Vindur í vikuskiftinum

Veðrið í vikuskiftinum verður javnur vindur, við møguleika fyri ælum av og á.

 

Um veðrið í dag sigur DMI, at tað verður vindur í dag, ið fer at liggja millum 5 til 10 m/s, sum seinnaprtin veksur til 13 m/s.
Fyri tað mesta verður veðrið turt, við møguleika fyri ælum. Hitin verður millum 7 og 11 stig.

 

Leygardagin verður vindurin tann sami, frá 5 upp til 13 m/s. Út á kvøldið veksur vindurin til 10 til 15 m/s. Tað verður yvirskíggja og turt og hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður yvirskýggja, við ælum av og á. Vindurin fer at liggja millum 8 og 13 m/s. Hitin fer at liggja um 10 stig.