Vindur um vikuskiftið

Fríggjadagin og leygardagin verður illfýsið veður

 

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum, roknar við hampuliga góðum veðri í dag og fyrrapartin í morgin, men seinnapartin fríggjadagin og serliga leygardagin verður meira vindur og ælaveður.

Leygardagin verður skrið og ælingur, men sunnudagin verður frægari veður aftur.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum komandi dagarnar.