Veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, boðar frá røttum heystarveðri um vikuskiftið.
Í morgin kunnu vit vænta hvassan vind upp í 16 metrar um sekundi. Sólin sær eisini, og hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig.
Sunnudagurin verður lítið øðrvísi. Fyrrapartin verður tó fyri tað mesta turt, men seinnapartin aftur hvasur vindur og regn.
Trýs á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum næstu dagarnar.