Tað hevur verið rættiliga fitt av vindi í Danmark ta seinastu tíðina, og tað hevur fingið reiðaríið Saga Line at ivast í, um tað yvirhøvur loysir seg at sigla við ferðafólki tvørtur um Skagerak.
Fyrr í vikuni noyddist ein av ferjunum hjá reiðarínum at venda aftur til Noregs, tí veðrið var so vánaligt. Skiparin á "Sagafjord", Gunnar Utgård, sigur við Moss Avis, at leiðin ímillum Hirtshals og Skagen er sera veðurring. Hann fýlist eisini á, at veðurtíðindini eru ikki nóg neyv. Gunnar Utgård sigur, at tá teir mánadagin gjørdu av at venda aftur, var stormur í hvirlunum, sjálvt um veðurmenninir bara høvdu boðað frá strúki í vindi.
Sambært Moss Avis kann tað ólagaliga veðrið í Skagerak hava við sær, at siglingin hjá "Sagafjord" verður niðurløgd.









