Vindur elvdi til stúran

Løgregla og bjargingarlið hava fingið nógvar fráboðanir um smærri skaðar í tí nógva vindinum, men tað er nógv, sum bendir á, at byggifyritøkur tryggja seg ikki nóg væl

Tað hevur verið heilt nógvur vindur á jólum og bjargingarlið og sløkkilið, hava fingið nógvar fráboðanir í tí sambandi.

Nógvur vindur var leygarnáttina og Tollaksmessudag, heilt upp í 60 metrar um sekundið onkustaðni og aftur í gjárkvøldið var heilt fitt av vindi.

Men skaðar hava verið fáir og smáir, mest hevur tað verið takplátur, sum hava rivið, men í flestu førum er eydnast at byrgja fyri, at skaði hevur staðist av.

Hinvegin eru tað mong, sum hava boðað løgregluni frá, tí tey hava stúrt fyri, at ymist, sum liggur leyst, skuldi gera skaða.

Og í hesum sambandi er tað nógv, sum bendir á, at tað hevur knípt hjá byggifyritøkum og arbeiðsplássum annars, at tryggja arbeiðsplássini, áðrenn tey hava pakkað saman til jóla.

Nógvar av fráboðanum til løgregluna snúgva seg nevniliga um, at byggitilfar og útgerð og amboð, sum verða brúkt í arbeiðnum, hava ligið leyst og sløðist, uttan at verða tryggjað fyri stormi og er sostatt í vanda fyri at fara í luftina og gera skaða.

Løgreglan hevur fingið heilt nógvar fráboðanir av hesum slagi um ein stóran part í landinum.

Yvirhøvur hevur løgreglan so sent boðini víðari til sløkkilið og bjargingarfeløg, sum so eru farin á staðið at tryggjað arbeiðsplássini.

Og tað er í allarflestu førum eydnast, áðrenn skaði hevur staðist av.