Vestmanna bygdarráð samtykti í gjárkvøldið at geva smápartafelagnum Vindrøkt prinsipielt byggiloyvi til eina sokallaða pump/storage-verkætlan í Heygadali oman fyri Vestmanna.
Hetta er ein verkætlan við eini eind, sum er bæði pumpa og turbina, so vatnið verður endurnýtt, tí tá tað rennur oman, fer tað ígjøgnum turbinuna og gevur streym, og síðani kann turbinan vendast og pumpa vatnið niðanaftur.
Prinsippiella byggiloyvið frá Vestmanna kommunu er tó treytað av, at øll onnur neyðug loyvi og allar neyðugar góðkenningar eru til staðar, umframt at málið skal verða nærri lýst tekniskt, áðrenn eitt møguligt arbeiði fer í gongd.
Hoyr samrøðu við borgarstjóran í Vestmanna, Paula T. Petersen, við at trýsta á pílin undir myndini.