SEV hevur gjørt alt ov lítið við at útbyggja vindorkukervið í Føroyum seinastu árini. Ein vindmylla varð sett upp í Neshaganum í 1993, og hon hevur riggað væl, men síðani er einki hent á tí økinum. Ístaðin hevur SEV satsað uppá vatnorku og hevur útbygt fyri nógvar hundrað milliónir á tí økinum.
Hetta heldur Kári Thomsen, ið hevur gjørt eitt vindmylluatlas fyri Føroyar. Hann mælir til, at 39 vindmyllur verða setta upp í Føroyum. Soleiðis kunnu føroyingar minka um termisku orkuna, ið verður útvunnin við at lata olju á dieselmotorar. Termiska orkan dálkar illa, tí útlátið av koltvíiltu er stórt.
Í 1999 stavaðu 64,9% av samlaðu orkuframleiðsluni frá dieselorkuverkum, 34,8% stavaðu frá vatnorku, men bara 0,3% kom frá vindmylluni inni á Nesi.
Allur heimurin hevur við Kyoto-avtaluni bundið seg til at minka um útlátið av CO2 ella koltvíiltu, tí tað økir um vakstrarhúsárini, sum hevur við sær, at heimurin gerst alt heitari. Føroyar vildu fegin hava undantaksloyvi í hesum førinum, og USA boðaði frá, at tað fór ikki at vera við í hesi avtaluni.
? Vit føroyingar mugu eisini taka stig til at minka um CO2 útlátið, og við at gagnnýta vindorkuna ber tað til, sigur Kári Thomsen, sum hevur fingið stuðul til verkætlanina frá oljumálastýrinum, sum stuðlar umhvørvisverndar tiltøk.
Útbyggingar krevjast
Ætlanin hjá Kára er í stuttum henda: Komandi 20 árini skulu 39 vindmyllur setast upp í Føroyum. Hetta krevur stórar útbyggingar á el-kervið, men hann heldur, at tað avgjørt er møguligt at fremja hesa ætlan í verki.
Um 20 ár er ætlanin, at dieselverkini verða avtikin og vindorka verður nýtt ístaðin. Vindmyllurnar skulu samstundis nøkta el-tørvin hjá føroyingum, og hann hevur roknað við einum vøkstri í orkunýtsluni á 2 prosent um árið.
Tað eru tó ávísir trupulleikar við vindorkuni, og eitt er, at vindurin ikki er støðugur. Tí kann ein vindmylla ikki framleiða streym allatíðina, sum eitt vatnorkuverk, ið framleiðir streym, tá vatn rennur úr byrgingini.
Kári Thomsen vísir tó á, at tað nú ber til at goyma streym frá vindmyllum. Hetta verður gjørt við elektrolysu, sum ikki dálkar umhvørvi.
Vindorka er bíligari
Kári Thomsen vísir í sínum verki á, at fleiri fyrimunir eru við at nýta vindorku heldur enn vatn og olju.
Oljan dálkar luftina illa, og tað er hana vit dúva mest uppá í løtuni. Vatnorkuverkini órógva náttúruni, tí neyðugt er at gera stórar byrgingar og at tøma áirnar í økinum. Hetta er eitt nú gjørt á Eiðisvatni og í Funningsfirði.
Kári Thomsen sigur, at verkætlanin á Eiði kostaði SEV 330 milliónir krónur at gera, og vatnorkuverkið framleiðir 30 gigawatt.
Hinvegin høvdu tríggjar vindmyllur kunnað framleitt somu orku, og tað hevði bara kostað einar 50 milliónir krónur.
Arkitekturin hevur sett seg í samband við ein danskan framleiðara av vindmyllum, ið vil vera við til at seta vindmyllur upp í Føroyum.
? Tað er óskiljandi, at SEV ikki hevur lagt seg meira eftir at seta fleiri vindmyllur upp í Føroyum, tí teir hava góðar royndir við mylluni á Nesi, sigur Kári Thomsen.
Eingin orkupolitikkur
Kári sigur, at hansara uppskot er eisini ein ábreiðsla á landsins myndugleikar, sum ikki hevur orðað nakran orkupolitikk yvirhøvur, meðan kommunali felagsskapurin SEV tekur allar týðandi avgerðirnar á hesum økinum.
? Hetta er eitt so týdningarmikið øki, at tað skuldi verið stýrt av landinum, men har er einki at frætta, sigur Kári Thomsen.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orkumálum, sigur, at orkupolitikkur hevur ligið á láni í fleiri ár, men hann ber tó í bøtuflaka fyri hesum. Hann hevur í heyst biðið landsverkfrøðingin um at orða ein orkupolitikk fyri vinnumálastýrið.
Hetta tilmæli skal síðani leggjast fyri tingið til aðalorðaskifti, so at landsins myndugleikar kunnu vita, hvørja støðu tingið hevur í hesum málinum.
Eitt starvsfólk á landsverkfrøðinginum hevur fingið uppgávuna at orða henda orkupolitikkin, men tað er eitt stórt arbeiði, og tí verður einki lagt fyri tingið í hesi tingsetuni. Væntandi gongur í øllum førum eitt ár, áðrenn nakað er klárt.
Kári Thomsen væntar, at myndugleikarnir fara at taka hansara vindatlas til eftirtektar, og at okkurt úrslit spyrst burturúr.