Vindmyllulundin í Flatnahaga fer at framleiða 20% av føroysku orkunýtsluni

Í dag framleiðir SEV umleið 350 gigawatttímar um árið. Tá ið nýggja Vindmyllulundin í Flatnahaga fer at framleiða komandi summar, fer hon at famleiða umleið 20 prosent av føroyska nýtsluni

– Nýggja vindmyllulundin í Flatnahaga í Havn er 18 megawatt og fer at hava eina árliga framleiðsla á 64 gigawatttímar um árið, sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá Magn.
Tað er Magn, ið saman við Lív, sum vann útboðið um Vindmyllulundina í Flatnahaga. 
Til samnberingar er vindmillulundin, ið stendur í Hoyvíkshaganum, 13 megavwatt til støddar. Har koma umleið 40 gigawatttímar um árið.

– Ætlandi verður vindmyllulundin tikin í nýtslu komandi summar ella møguliga komandi heyst, sigur Finn Jacobsen.

Byggiloyvi, loyvi frá friðingarmyndugleikum og onnur loyvi skulu koma upp á pláss. Møguleiki er eisini at kæra avgerðina frá Umhvørvisstovuni, so bíðast má, til tann avgerðin endaliga er komin upp á pláss.

Hann vísir á, at nú skal lendisarbeiði, vegir og fundament gerast. Vindmyllurnar koma frá týsku fyritøkuni Enercon, sum eisini hevur latið myllurnar, sum eru í Húsahaga.

40 prosent

Nýggja vindmyllulundin hjá SEV á Eiði fer væntandi at framleiða umleið tað sama sum hon í Flatnahaga. Hesar báðar vindmyllulundirnar fara sostatt at framleiða tað, sum svarar til 40 prosent av verandi orkunýtslu í Føroyum.

– Hetta verður sostatt eitt stórt lop tann grøna vegin, og tað fer at minka munandi um framleiðsluna á Sundi, sigur Finn Jakobsen.


Heildarkonsept

Finn Jacobsen vísir á eina altarnativa loysn, sum teir á Magn kunnu bjóða, tá ið talan er um at fáa brúkarar at skifta oljufýringina út við nýggja orkuskipan.

– Vit hava eitt heildarkonsept, har vit bæði kunnu framleiða el, og so kunnu vit eisini bjóða kundunum eina hitaskipan í húsið. Nú vóna vit, at elveitingarlógin verður broytt, so at vit kunnu bjóða ein heildarpakka til kundan við hitpumpu, el, ladara til el-bil og annað, sigur tekniski stjórin í Magn.

Gularótin, sum Magn ynskir at bjóða, er, at hava ein pakka, har til ber at leasa hitapumpuna.

– Um tú hevur eina hitakonto hjá okkum, so kanst tú framvegis hava hana, meðan vit eiga og halda hana viðlíka, og tú rindar bara fyri brúkið. Okkara mál er, at útreiðslan hjá húsarhaldinum verður tann sama, sum hon er í dag, sigur Finn Jakobsen.

Lurtið eftir samrøðuni, Árni Gregersen gjørdi við Finn Jacobsen, tekniska stjóra í SEV á FM1.

##med2##

Samrøða við Finn Jakobsen