Trump missir tolið við Putin

- Tolið er við at renna út, og tað rennur skjótt út, sigur amerikanski forsetin við morgunsendingina hjá Fox News

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur sambært Reuters, at hansara tol við russiska forsetanum, Vladimir Putin er við at vera uppi.

 

Hetta sigur forsetin, tí veruleikin er, at russiski leiðarin heldur fram við at draga kríggið í Ukraina út.

 

- Tolið er við at renna út, og tað rennur skjótt út, sigur amerikanski forsetin við morgunsendingina hjá Fox News, Fox and Friends.

 

Reuters skrivar, at Russland fór í kríggj móti grannalandinum - óprovokerað - í februar 2022 ella fyri hálvum fjórða ári síðan.