Vindeygað opnar aftur

Hóast fá feløg fáast at vátta nakað sum helst, so er lítil ivi um, at fleiri av Formula-feløgunum hava ætlanir um at styrkja hópin

Fótbóltur

 

Einasti ítøkiligi handilin, sum er gjørdur higar til, er skiftið hjá Allani Mørkøre úr B36 í AB. Tann flytingin kann fara fram, so skjótt sum flytingarvindeygað letur upp komandi mánadag.

Tað er tó eingin ivi um, at stórur aktivitetur er í nógvum feløgum í hesum døgum. Flytingarvindeygað er opið fram til 23. juli, og tað gevur feløgunum eitt ávíst spælirúm. Men kann eitt skifti fáast í lag alt fyri eitt, so vinnur avvarandi felag eisini møguleikan at nýta nýggja spælaran í seinastu dystunum undan summarsteðginum, og hendan møguleikan tykjast fleiri teirra vilja troyta.

 

Nógvir fyrispurningar

Jákup í Stórustovu, sum eigur og rekur North Atlantic Football Agency, hevur seinni árini virkað sum spælaraumboðsmaður.

Hann fæst illa at siga nakað ítøkiligt um spælaraskifti, men hann váttar tó, at ein ávísur aktivitetur hevur verið.

- Tað er eingin loyna, at við flytingarvindeyganum verða fleiri spælaraskifti miðsavnað kring eitt stutt tíðarbil. Og í løtuni arbeiði eg eisini við nøkrum fyrispurningum frá føroyskum feløgum. Men hvørji hesi eru, ella hvørjar handlar talan er um, fari eg ikki at upplýsa her og nú, sigur hann.

Umframt fyrispurningum frá føroyskum feløgum, so er tó eisini møguleiki hjá føroyskum spælarum at skifta til útlendsk feløg. Ein møguleiki, sum helst er meira enn sannlíkur eftir báðar landsdystirnar.

- Tað er eingin ivi um, at landsliðið gjørdi ein góðan figur í báðum landsdystunum. Tað avleiðir eisini áhugan fyri onkran av spælarunum, men enn so alt ov tíðliga at meta um, hvat kann spyrjast burtur úr hesum, sigur Jákup.

 

Slaturin gongur

Tað er lítil ivi um, at tey feløg, sum møguliga missa ein ella fleiri spælarar, vilja leita eftir spælarum at styrkja hópin við. Tí verður talan ofta um sonevnda domino-effekt, har eitt spælaraskifti kann seta gongd í fleiri onnur.

Men enn er talan at kalla bert um gitingar flestu staðni. Í B36 siga tey seg ikki arbeiða við at fáa Paul Clapson í hópin fyri Allan Mørkøre. Í Vági hevur ein nýggjur serbi verið upp á tal, men í løtuni er útlendingakvotan hjá teimum fult nýtt, so her verður neyvan talan um skifti heldur. Og á Streymnesi siga tey seg ikki kenna til tosið um, at ein pólverskur miðvallari skal styrkja um liðið í seinnu kappingarhálvu.

Soleiðis gongur slaturin, og tað er einki at ivast í, at so hvørt sum dagarnir ganga, fer enn meira ferð at koma á gitingarnar. Og onkrar av teimum verða helst eisini til veruleika.