Vindeygað framvegis víðopið

Fótbóltsfeløgini vóru ikki sinnaõi til á aðalfundinum leygardagin at avmarka tÌðarskeiðini, tá ið spælaraflytingar kunnu vera millum feløgini

Uppskotið, sum FSF nevndin leygardagin legði fyri ársaðalfundin um, at avmarkingar í framtíðini skulu gerast fyri, nær spælarar skulu kunna flyta frá einum felag og til eitt annað, vann ikki frama. Ikki í fyrstu syftu í hvussu so er.
Aðalfundurin samdist um at taka málið av skánni. Hetta varð gjørt, uttan at stórvegis orðaskiftið var um málið. Um uppskotið fer at koma fram aftur, ella nær tað møguliga fer at sÌggja dagsins ljós aftur, var ikki greitt á fundinum.
Aðra staðni hava teir so kallað transfer vindeygu ella flytingar vindeygu, sum tað varð rópt í fundarskránni. Vindeygað er opið um summarið, tá ið tað er steðgur millum tvey kappingarár og so aftur um jóltíðir, tá ið tað nógva staðni er steðgur í kappingunum. Í Danmark er vindeygað um veturin opið Ì tveir mánaðir í desember og januar. Nógva aðra staðni í Europa er tað bara opið í desember og so aftur um summarið.

Uppskotið um vindeygað
Kappingarnevndin kom upprunaliga við uppskotinum. Tað gekk út uppá, at flytingar frá útlandinum og frá einum felagi og til eitt annað skuldu verða loyvdar í átta vikur millum tvey kappingarár, og at tað í summarsteðginum skuldi verða loyvt at flyta frá fyrsta degi eftir síðsta dystin í fyrru hálvu og til tveir dagar undan, at farið varð undir seinnu hálvu. Kappingarnevndin ætlaðist at áseta dagfestingarnar í kunngerð, og reglan ætlaðist at verða sett í gildi eftir kappingarlok í ár.
Endamálið við avmarkingunum segðist millum annað at vera at veita feløgunum størri stabilitet, soleiðis at venjararnir og leiðslurnar í feløgunum í hampuliga góðari tíð skuldu vita av, hvørjar spælarar tey kundu roknað við.
FSF nevndin hevði tikið undir við uppskotinum hjá kappingarnevndini, og lógarnevndin hevði ongar viðmerkingar.
Aðalfundurin tóktist í hesum umfarinum at hava lítlan hug at viðgera málið, sum tískil varð tikið av skránni.

Sáttmálarnir
Somu lagnu sum uppskotið um vindeygað fekk uppskot frá FSF um, at allir spælararnir nú skuldu vera avtaluleikarar. Uppskotið snúði seg um, at tað skuldi gerast til eina treyt, at tað millum allar spælarar í 1. og 2. deild og feløgini skuldu vera sáttmálar. Ætlanin var at gera tvær ymiskar standard avtalur. Onnur skuldi vera fyri spælarar, sum onga løn fáa uttan møguliga klæðir og skógvar, og hin skuldi vera tann, sum higartil hevur verið galdandi. Tað vil fyrst og fremst siga fyri teir, sum fáa løn ella peningaliga samsýning fyri at spæla fótbólt.
FSF metti, at henda broytingin fór at tryggja feløgunum eitt betri útgangsstøði, tá ið talan fór at verða um flytan av spælarum til annað føroyskt felag og ikki minst til útlandið. Mett varð eisini, at hetta fór at tryggja spælarunum meiri skipaðar og tryggjari umstøður, og at tað eisini fór at gerast lættari hjá spælarum at gerast avtaluleikarar í teirra egna felag. Hetta síðsta skal ivaleyst skiljast soleiðis, at tá ið felag ikki hevði havt høvi at fara í onnur feløg og í útlandi eftir spælarum, so hevði tað verið meiri upplagt at givið ungum spælarum, sum eru uppaldir í felagnum, møguleikan, enn tað ofta higartil hevur verið.
Eisini hesum uppskotinum frá kappingarnevndini hevði FSF nevndin tikið undir við, og lógarnevndin hevði heldur ongar viðmerkingar til hetta málið. Men aðalfundurin var ikki í hesum umfarinum sinnaður at geva hesum málinum stórvegis viðgerð, og tað varð tískil útsett.