Jógvan Arge
------
Eg fari vegna Tórshavnar Býráð at takka Faxaflóahavnum fyri góða móttøku her á Akranesi í kvøld. Akranes og Reykjavík eru góðu vinarbýir okkara – og okkum leingist altíð at koma aftur higar at vitja.
Hesaferð eru vit komin til Hátíð hafsins vegna tess, at kommunusluppin Westward Ho á øðrum sinni er partur í sjómannahátíðini. Føroyingar og íslendingar hava havt góða ferð úr Føroyum, og stolta skútan liggur nú trygg við bryggju her á Akranesi.
Fyri okkum er tað heilt sjálvsagt at taka land á Akranesi fyrst og síðani sigla Faxaflóa til Reykjavíkarborg – eins og Akraborgin gjørdi fyrr.
Mong okkara eru komin ofta til Íslands. Í august eru fimti ár síðani eg fyrstu ferð kom til Íslands. Tað var á fótbóltsferð við dreingjaliðnum hjá HB í 1962. Tá komu vit hvønn dag oman á havnarøkið í Reykjavík, ikki á havnarskrivstovuna, men til Bæjarins bestu at keypa pylsur. Hetta er ein siðvenja, sum hjá mær stendur við enn dagin í dag.
Um somu tíð var føroyska landsliðið í A-landsleiki á Laugdardalsvøllinum og tapti ikki minni enn 10-0. Tað var ikki gott, men vit strákarnir vóru betri. Eitt kvøld leiktu bæði føroysku liðini móti javnlíkum í Keflavík. Dagin eftir stóð at lesa í Morgunblaðnum við stórari skrivt: Strákarnir unni, en teir fullorðnu tøpuðu.
Akranes hjálpti Føroyum
Hetta var ein byrjan til broytingar í føroyskum fótbólti. Nú komu teir ungu í fremstu røð, vant varð meira og stór menning byrjaði. Fimm ár seinni vann Ísland bert 2-1 á Laugardalsvølli.
Í sjeytiárunum og áttatiárunum vildu føroyingar upp í altjóða fótbólt. Hetta var eitt drúgvt stríð við londini í FIFA, men loksins hepnaðist hetta við góðari hjálp frá fleiri – teirra millum akurnesinginum í KSÍ – Gunnari Sigurðssoni.
Og fyrsti altjóða leikur føroyinga eftir viðurkenningina varð leiktur her á Jaðarbøkkum á Akranesi í august 1988. Í ferðalagnum í dag eru tveir føroyingar, sum sóu hendan leik, Jákup Simonsen, sum var við Fotbóltssambandinum, og eg, sum varpaði dystin út í Útvarpi Føroya.
Tíanverri vann Ísland 1-0 við máli, sum varð skorað seint í leikinum. Men føroyingar leiktu góðan taktiskan leik, og íslendingar endaði í føroysku rangstøðufelluni 24 ferðir. Tað er okkara besta minni frá hesum leiki.
Allir føroyingar kenna ÍA, Ítróttabandalag Akraness, og fylgja við, hvussu gongur knattspyrnufelagnum í íslendsku kappingini. Vit skilja nú, at ÍA er aftur komið á toppin í fremstu deild. Tað er hugaligt hjá okkum at frætta, at akurneringar aftur eru vorðnir ”gulir og glaðir” í fótbólti eftir fimm ár við Gísla Gíslasyni í formanssessinum.
Westward Ho á sjómannadegnum
Westward Ho var á Hátíð hafsins og Sjómannadegnum fyri tveimum árum síðani, og ætlanin er at halda fram við hesum. Sjómannadagurin er mikil hátíð. Eg var eina ferð í Íslandi hendan dag fyri 30 árum síðani. Vit komu av fiskimálafundi í Holsteinsborg í Grønlandi. Í ferðalagnum var eisini formaður íslendska sjómannasambandsins Oskar Vigfússon.
Tað var áhugavert at uppliva alt, sum var fyriskipað og eisini tað, sum ikki var fyriskipað, og hvussu inniliga Oskar fagnaði feløgum sínum, tá vit komu framvið Hafnarfirði á miðjum sjómananadegi.
Uttan iva verður tað eins spennandi í morgin – at koma siglandi til høvuðborgina við Westward Ho – skútuni, sum varð keypt úr Onglandi í 1880unum og síðan hevur verið í Føroyum.
Hon fiskaði tey fyrstu árini undir Føroyum og Íslandi og Rock All og seinni í Grønlandi og við Svalbarð. Undir Íslandi fiskaði hon tosk á Eysturlandinum, Suðurlandinum, Vesturlandinum og Norðurlandinum. Manningin plagdi at fara í íslendska kirkju sunnumorgun og børnini sluppu umborð at fáa beinakeks.
Westward Ho førdi mangan góðan fongin heim undan Íslandi. Nú bera vit fongin aftur og takka fyri lánið.
Í Tórshavn eru vit spent til næstu viku, tá Westward Ho kemur aftur til Føroya við íslendskari og føroyskari manning. Tá verður mentunnarnátt í Havn við íslendskari luttøku á fleiri mótum. Her er talan um at fáa í lag breiðari mentunarligt og vinnuligt samstarv – og vit vilja bæði.
Vit takka fyri móttøkuna í dag og tit eru øll vælkomin á okkara mentunnarnátt.
---