Vilt tú vera ein av teimum fyrstu sum royna nýggja Húsarhaldsskúlan?

– Vit fara at hava fantastiskar umstøður í nýggja skúlanum, nútímans skúlakøk, seymistovu og verkstað, og næmingarnir fáa lekkur kømur við brúsu og vesi á hvørjum kamari.

 Vit gleða okkum at taka ímóti nýggjum næmingum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík

 

Pætur Hjalmar Evensson

 

pature@sosialurin.fo

 

 

 

Húsarhaldsskúli Føroya er ein modernaður skúli, sum ung úr øllum landinum hvørt ár leita sær til. Her sleppa tey at royna seg við føroyskari matgerð og handarbeiði, samstundis sum tey búnast og mennast.

 

Í gott 50 ár hevur skúlin húsast í bláu húsunum á Stoksoyrarvegi 29. Men seinni í ár verður hol sett á ein nýggjan kapittul hjá Húsarhaldsskúla Føroya. Tí tá flyta tey nevniliga inn í ein spildurnýggjan bygning.

 

– Hetta verður nakað heilt annað. Nýggi bygningurin gevur okkum ómetaliga nógvar nýggjar møguleikar. Vit eru so spent, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri.

 

Bygningurin er bygdur til endamálið, og tí eru karmarnir til ein slíkan skúla sera góðir.

 

– Her verður gott pláss, og vit fáa munandi betri arbeiðsumstøður. Vit fara at hava serstovur so sum seymistovu og verkstað, og næmingarnir fáa lekkur kømur við brúsu og vesi á hvørjum kamari, greiðir hon frá.

 

Burðardygt og kreativt

 

Konseptið verður áleið tað sama sum á gamla skúlanum – men sjálvandi, við so góðum kørmun ber alt møguligt nýtt til. Næmingarnir búgva á skúlanum og sleppa gjøgnum eitt skeið á 7 mánaðir, frá august til februar, at royna sínar veingir, bæði gastronomiskt, kreativt og ikki minst sosialt.

 

Á skúlanum læra næmingarnir eina rúgvu, sum teir kunnu fáa nyttu av alt lívið.

 

– Eitt gjøgnumgangandi tema á skúlanum er, at vit hugsa grønt og burðardygt. Bæði í matgerðini og í handverkinum annars, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti og greiðir nærri frá matgerðini.

 

– Í matgerðini leggja vit okkum eftir at eta eftir árstíðini, brúka góðar rávørur, helst føroyskar, og alt verður gjørt frá grundini. Matoyðsl er ein týðandi partur, og vit læra næmingarnar at gagnnýta restir, so minst møguligt fer burtur. Tað kann vónandi vera við til at birta undir eina hugburðsbroyting hjá næmingunum, sigur hon.

 

At vera á Húsarhaldsskúla fevnir tó um nógv annað enn at gera mat og vera í køkinum.

 

Næmingarnir hava góðar møguleikar at arbeiða kreativt og kunnu til dømis gera sínu egnu føroysk klæði, seyma ymiskt, læra at arbeiða við glasi og annað

 

Eingin dagur er líka her, og her er altíð okkurt á vási.

 

Umframt dagliga virksemið og undirvísingina eru ymiskt onnur ting eisini á skrá gjøgnum skúlaárið – eitt nú hugnakvøld, køkukapping, flettting, ferðing í egnum landi, vælverudagar og nógv annað spennandi.

 

Eitt skeið á Húsarhaldsskúlanum endar altíð við einari almennari framsýning, har næmingarnir bjóða øllum vælkomin á gátt at síggja ymiskt, sum er komið burturúr gjøgnum árið.

 

##med2##

 

Skeið í  tara og føroyskum klæðum

 

Umframt skúlaárið frá august til februar er Húsarhaldsskúlin eisini karmur um styttri skeið um várið.

 

Tað er altið stórur áhugi fyri at koma á Húsarhaldsskúlan á skeið.

 

– Vit hava fyrst og fremst ymisk hondarbeiðsskeið í eitt nú føroyskum klæðum, og so hava vit eisini lívstílsskeið, kokkaskúla fyri børn, taraskeið og so framvegis, fortelur Jóhanna á Tjaldrafløtti.

 

Eisini eru tey við í verkætlanini Matfrøði, sum fevnir um styttri skeið, har øll kunnu luttaka, bæði vaksin og børn.

 

– Ljós verður varpað á føroyska tilfeingið so sum fisk, epli og føroyskt grønmeti, og luttakararnir sleppa at royna seg við staðbundnu rávørunum í køkinum.

 

– At flutt verður inn í ein nýggjan bygning, gevur sjálvsagt enn betri og fleiri møguleikar til skeiðsvirksemi.

 

sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.

 

##med3##

 

Gravgangur eftir at sleppa á Húsarhaldsskúla

 

Tað er eingin ivi um, at Húsarhaldsskúli Føroya er ein sera populerur skúli.

 

– Vit hava longu nú fingið fleiri enn 70 tilmeldingar. So har er ein stórur áhugi, og tað er bara stuttligt, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.

 

Skúlastjórin ivast ikki í, hví tey fáa so nógvar tilmeldingar.

 

– Felagsskapurin og samanhaldið á skúlanum er sera gott, og næmingar knýta vinarbond fyri lívið her. Umframt at næmingar búnast og mennast sum menniskju, so læra tey eina rúgvu um matgerð, mentan, heilsu, rørslu, hondarbeiði, handverk og mangt annað, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.

 

Tað er pláss fyri 35 næmingum í nýggja skúlanum. Hetta er 14 fleiri enn í gamla skúlanum, har tað var pláss fyri 21 næmingum.

 

– Vit trekkja lut ímillum innkomnu umsóknirnar, har vit eisini taka hædd fyri, hvar næmingarnir koma frá í landinum. Vit vilja gjarna hava næmingar úr øllum landinum.

 

So um tú vilt vera ein av teimum fyrstu, sum royna Húsarhaldsskúlan í hesum nýggja stásiliga bygninginum, ja so er bara at søkja.

 

– Vit gleða okkum at taka ímóti næmingum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.

 

Tilmeldingarfreistin fyri heystskeiðið er 10. mars. Umsøkjarin skal hava lokið 9. floksprógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur.

 

Haldarar kunnu lesa Sosialin á www.sos.fo

 

Lestrarblaðið kann lesast her: https://www.calameo.com/read/007198570ad00f862ba3f