Nýggjasta tiltakið hjá framleiðarunum av sendirøðini, er luktilsi, ið luktar sum tær ymisku kvinnurnar, ið eru við í sendirøðini.
Talan um seksutt luktilsi, ið luktar av Wisteria Lane, har allar tær desperatu húsmøðurnar búleikast, og sum onkursvegna fangar luktin av teimum ymisku kvinnunum. Sjónvarpsrøðin er so mikið væl dámd, at eingin ivi er um, at hetta verður ein brakandi success, siga fólkini aftan fyri ætlanina við The Sun. Væntandi kemur luktilsi á marknaðin í summar.
Mynd: Nú fer at bera til at lukta sum kvinnurnar á Wisteria Lane