Eru leivdir eftir á búkinum eftir mánaðar í bjarnadúr? Hanga dellurnar eitt sindur ov langt niðri og so framvegis? Tað eru ráð fyri tí!
Summarið er ávegis, hóast tað ikki tykist so við øllum kavanum uttanfyri. Tað er skjótt, at vit skulu skifta buksurnar út við kjólan, og tá nyttar ikki serliga nógv at hava dellurnar svingandi innanfyri.
- Tað eru fleiri orsøkir til, at feittið setur seg á búkin. Etur tú ov nógvar kolhydratir? Ert tú stressað, roykir og svevur illa? Tað kunnu vera orsøkir, sigur Arne Astrup, professari á Institut for Human Ernæring á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við eb.dk.
Charlotte Hartvig og Majbritt L. Engell hava júst givið bók út, ið eitur >>Spis maven flad<< (á føroyskum: Et búkin flatan). Her verða 11 kvinnur fylgdar, ið allar eru farnar á slankikur í 10 vikur. Úrslitini eru bergtakandi.
Aftan á ein mánaða vóru kvinnurnar í meðal 8,7 centimetur klænari um búkin, sigur Charlotte Hartvig. Fleiri av kvinnunum vístu úrslit longu eftir eina viku.
Tað er ikki ein vanligur slankikurur, greiðir hon frá. Ein sleppur væl at eta skinkusalat, búff og brúna sós. Ein skal bara eta færri eplir og meira grøntmeti.
Tað er hóast alt ikki nóg mikið bara at eta rætt. Upp av sofuni, sigur Arne Astrup. Íðka ítrótt og ger búkvenjingar.