Tað verður hart og vilt í Tøting leygarkvøldið, tá ið bólkarnir Konqueror, The Happening og Sails Of Deceit fara at rokka Syrðugøtu.
Konqueror er ein tungmálmsbólkur, av eystara armi av Skálafjørðinum, ið varð stovnaður í desember 2010.
Stílurin er thrash/death við íblástri ymsastaðni frá, sum síðani ger stílin til nakað nýtt og øðrvísi.
Her er Facebook síðan hjá bólkinum. www.facebook.com/konquerormusic
The Happening er ein nýggjur bólkur, ið bert hevur fáar mánaðir á baki. The Happenings eru úr Søldarfirði. Bólkurin telur fýra tónleikarar og teir spæla harðan
rokk.
Her er Facebook síðan: www.facebook.com/pages/The-Happening/303392679681897
Sails Of Deceit er mannaður við tónleikarum úr Havn og Eysturoynni, bólkurin er nýggjur, men tónleikararnir hava royndir úr ymiskum øðrum bólkum.
Sails Of Deceit spæla nakað so stuttligt sum pirate metal.
Her er Facebook síðan hjá bólkinum: www.facebook.com/sailsofdeceit
Umframt nógvan tónleik, ferð unga listakvinnan Marita Vestergaard, eisini at sýna sínar málningar fram á konsertini.
Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 19.30.