Vilmund er sørvingur, sonur Valborg, f. Thomasen, úr Sandavági og Heina Martin Niclasen úr Sørvági.
Sum ungur flutti hann til Danmarkar, har hann var búsitandi á Rødby Gård nøkur ár.
Sum 16 ára gamal kom hann heim aftur og búsettist hjá foreldrunum í Sørvági, har hann varð kendur fyri at hjálpa, serliga einsomum og eldri fólki í bygdini við at sláa, velta ella rudda fyri tey. Hann hevur ruddað í mongan kjallara í Sørvági, og var "Kalø" trillibøran honum eitt sera hent amboð.
Vilmund hevur altíð verið morgunmaður, og mangan var tað so, at hann hevði leitað sær út á Sørvágskei at fiska, áðrenn húsfólkið var komið upp.
Vilmund er sera húsligur, og honum dámar væl at hava tað reint og ruddiligt rundan um seg.
Í 70-unum flutti hann til Havnar, har hann búði í nøkur ár, til hann flutti norður til Eiðis. Har búði hann eisini í nøkur ár. Seinnu árini hevur hann búð í sambýlinum á Mýrini í Hoyvík, har hann trívist ómetaliga væl . Mangan túrin kring landið og uttanlanda við hevur hann verið saman við teimum, ið búgva og arbeiða á Mýrini.
Vilmund er ein fríur útvendur persónur, sum tosar við øll fólk, men honum dámar avgjørt ikki at fólk floyta. Mong munnu tey vera, sum hann hevur roynt at selt smáar málningar til, og hava tey ognað sær eitt tjaldur, ið hann hevur málað.
Vilmund er hittinoraður og liggur væl fyri at gera smár yrkingar - ella "rím".
Vilmund hevur sera góða rødd, og dámar honum eisini væl at syngja, og hevur hann sína dagligu gongd í kirkju ella á møtir.
Vilmund arbeiðir á Verkstaðnum Vón á Argjum og býr á Sambýlinum í Hoyvík.
Dagurin verður hildin fyri innbodnum í Sambýlinum á Mýrini 6 í Hoyvík.