Villur útvarpari, ungur borgarstjóri og hondbóltsfólk

Leygarkvøldið sendi Rás2 seinastu Hvonn Live sendingina í hesum árinum, og áhugaverdir og aktuellir gestir løgdu leiðina framvið

Hvonn Live er beinleiðis sending, sum verður send av Hvonn í Havn, og í sendingini verður prátað við gestir, live-tónleikur er at hoyra og annað.

Hesaferð vóru gestir úr norði og suðri og úr útlandinum.

Fyrrverandi danski hondbóltsspælarin Rikke Nielsen var ein av gestunum. Hon var á sinni ein av kvinnunum á danska landsliðnum, men hon hevur eisini eina sera áhugaverda søgu at siga frá. Eftir at hon gavst at spæla vegna skaða, kom hon í ósemju við gamla felag sítt, og tað bleiv til eitt sakarmál. Samstundis fyrireikaði hon brúdleyp og var upp á vegin, og tá hon fekk ein knút á hálsin helt hon, at tað var ikki nakað. Tað vísti seg seinni at verða krabbamein, og dóttirin, sum hon og maðurin fingu, fekk staðfest Downs syndrom.

Leygarkvøldið greiddi Rikke Nielsen á ein sera positivan hátt frá teimum ógvusligu upplivinginum, hon hevði verið úti fyri, og hvussu hon taklaði støðurnar.


Skifti hest

Jógvan Skorheim verður á nýggjárinum borgastjóri í Klaksvík. 30 ára gamli politikarin hevur gjørt skjóta karrieru, og hann skal nú stýra landsins næststørstu kommunu. Í sendingini leygarkvøldið var spurt, hví hann hevur vunnið so skjótt fram, og hvat tað er, sum drívur verkið.

Eftir kommunuvalið slitnaði samstarvið millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin í Klaksvík, og Jógvan Skorheim fór ístaðin at samstarva við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, har hann fekk borgarstjórasessin. Jógvan Skorheim legði dent á, at flokkurin vildi hava so stóra ávirkan sum gjørligt, og at tað ikki endiliga snúði seg um, at hann skuldi verða borgarstjóri. Hann helt seg ikki hava gjørt nakað skeivt við at steðga samstarvið við Fólkaflokkin.


Villur útvarpari

TB-útvarpin Niels Petersen legði eisini leiðina fram við á Hvonn leygarkvøldið. Niels er blivin landskendur sum tann ídni útvarparin av dystum hjá TB, og hann sparir ikki upp á krútið, tá ið hann útvarpar.

Niels helt, at hann onkuntíð fór í so langt í sínari útvarping, men hann legði dent á, at hann gjørdi nakað, sum hann brendi fyri. Niels segði eisini, at hann ætlaði at halda fram at útvarpa fótbóltsdystir í TB Studio komandi kappingarár.

Jan Ottosen er ein profilur í føroyskum hondbólti. Hann er venjari hjá VÍF, eftir at hann í fleiri vandi KÍF. Jan Ottosen greiddi leygarkvøldið frá sínum yrki sum hondbóltsvenjari, hvørjar avbjóðingarnar kunnu verða, og hvussu tað var skifta úr Kollafirði til Vestmenna at arbeiða.

Live-tónleikur var eisini leygarkvøldið. Tað var Lív Næs, sum í næstum verður aktuell við nýggjari fløguútgávu, sum framførdi tveir sangir. Brøðurin Tróndur og Brandur Enni spældu eisini saman við henni. Lív fer at geva fløgu út við sangum, har løg eru sett til yrkingar hjá abba hennara.

Sendingin leygarkvøldið var seinasta Hvonn Live sendingin í hesum árinum. Hvonn Live verður aftur at hoyra á Rás2 í januar.