Villur rennitúrur í Suðuroy

Í apríl verður skipað fyri serligum rennitúri runt Suðuroynna. Runnið verður úr Sumba til Sandvíkar, og á ferðini norður gjøgnum oynna verða eisini boðið til ymisk tiltøk Í døgunum frá 3. til 5. apríl verður skipað fyri ein øðrvísi rennitúri gjøgnum Suðuroynna - VILT de Suðuroy. Byrjað verður í Sumba fríggjakvøld, og endað verður í Sandvík sunnudag. Teinurin er 53 kilometrar, og runnið verður í fýra umførum.

Á leiðini norður gjøgnum Suðuroynna verður eisini skipað fyri ymisum øðrum tiltøkum. Til dømis verður útferð úr Sumba, vitjan umborð á Jóhonnu, bowling í Vági og útferð í Kolaminurnar í Hvalba. Eisini verður undirhald til felagstiltøk. Gistingin verður í skúlanum í Porkeri, og etið verður á Bakkanum.

Tilmeldingin fer fram umvegis heimasíðuna vilt.fo