Villmenn við góðari javnvág

Villmenn royna seg bæði við tí siðbundna og tí meira eksperimenterandi á Villmannatjóðini, ið kom út stutt fyri jól.

Ummæli

Langt um leingi er triðja fløgan hjá Villmonnunum komin á marknaðinum. At hesin bólkurin hoyrir til eina sjáldsama grein av skemtiligum kompromileysum rokktónleiki, skulu flestu fólk nokk skjótt blíva samd um, og tað vísa teir eisini á nýggju útgávuni “Villmannatjóðin”, ið kom út í desember mánaði.
Innihaldi á fløguni er fjølbroytt, men tann trúgvi fjepparin skal nokk hoyra tað góða gamla, ið gjørdi hann til viðhaldsfólk á fyrsta sinni. Sjálvur er undirritaði tikin á bóli. Holgar og Co. leggja sera flot út við “Bangin” og “Kvølur”. Bæði løgini mugu sigast at vera annarleiðis, enn eg hevði væntað. Fyrst nevnda hevur eitt einfalt men barasta so fangandi guitar tema, at neyðugt er at flyta fingrarnar við. Á “Kvølur” eru tveir gestir; Rasmus Rasmussen, fyrrverandi úr Makrel, spælir eina sveimandi solo, og sjálvur Terji Rasmussen, ið eisini framleitt fløguna í studio Oyravox úti í Nólsoy, hjálpir til við akkustiskum guitara. Nógv kann sigast um hvussu skitnir og tvætlutir teir fýra í Villmonum eru, men her er onki at taka feil av, ein sonn perla av einari ljóðmynd, her hava teir fatur á nøkrum heilt serligum.
Sjálvt um bólkurin úr Vágum hevur tikið eitt stig fram í sínari menning, so varðveitir hann eisini gomlu røturnar. Lurtarin hoyrir týðiliga, at teir hugna sær óført við sínum villmannarokki, sum kanska ikki er so spennandi, men svingar heilt væl. Lagið “Cyberspace” fekk góð orð við sær í blaðnum í fjør, og er tað eisini eitt av teimum meira nýskapandi verkunum á fløguni. Tá hetta stuttliga og heldur friðarliga lagið eru liðugt, vísur bólkurin veruliga sín kærleika fyri skitna rokkinum, tá teir tríva í “Gamlamannareyp”, sum skal nokk fáa lív aftur í gamlar dreingir kring landið.
Bólkurin hevur eina góða javnvág ímillum tað siðbundna og tað eksperimenterandi. Her eru bæði merkisverd løg og siðbundin útbrót av vágarokki. Eitt gott dømi er tann bleyta unplugged vibrationin á lagnum “Cleopatra”, sum vísur aftur til ein bólk, ið er í menning, tá talan er um tóna skriving. Men so er eisini nokk. So verður tendrað fyri forsterkarunum, skift í skræddar buksir, á við sólbrillunum, øl á borðið og sigarettuna í kjaftin og so rokkar lagið “Kaninaldurin” úr hátalarunum.
Niðurstøðan er so tann, at “Villmannatjóðin” er ein fín útgáva til bæði nýggja og eldra ættarliðið at njóta. So satt sum atdráttarmegin er áhaldandi frá degi til degi, soleiðis kann ein altíð líta á Villmenn at spæla góðan gamlan rokktónleik, men tó er greitt at teir vilja og kunna annað enn bara tað.