Nýggja fløgan hjá Villmonnum ljóðblandað og farin til prentingar. Heitið á henni verður Villmannatjóðin. Fyrsta lagið av fløguni, Kvølur liggur nú á myspace. Lagið er skapt í samstarvi við Rasmus Rasmussen.
Rasmus Rasmussen er arkitekturin handan flest allan tónleikin hjá Makrel og varð í 2005 valdur til Føroya besta gittarleikara á Atlantic Music Event.
- Lagið er merkt av sorgblídni, og er fult av pínu. Villmenn vilja ogna hetta lag til allar minnilutar, sum ikki kenna seg væl í Villmannatjóðini, skriva Villmenn í tíðindabrævið. Tit kunnu hoyra lagið á myspace.com/villmenn.
- Navnið villmannatjóðin sipar til Føroyar. Sangirnir á fløguni eru hendingar og persóntypir, sum ein kennir aftur úr gerandisdegnum. Fløgan er eisini ein lýsing av kenslum, sum fleiri persónar hava í Føroyum. Hon roynir at vísa á, at ikki øll hava tað gott. Okkara samfelag er eitt tílíkt, har tann sterkasti vinnur. Meirilutin traðkar niður á tey, sum eru øðrvísi ella hava øðrvísi hugsanir enn restin av fjøldini. Tískil eru Føroyar ein verulig villmannatjóð, skriva Villmenn m.a. og halda fram:
At vera ein villmaður setir ein í samband við nakað primitivt, og tí sipar fløguheitið til, at Føroyar eru eitt nokkso primitivt samfelag sum støðan er.
- Vit kunnu nú avdúka, at fløguhúsin nokk kemur at traðka onkran á tærnar. Hann byggir víðari á heitið villmannatjóðin, og er annar hornasteinurin í tí heildarkonsepti, sum Villmannatjóðin er. Men hetta verður ikki tann seinasta avdúkingin. Seinni fara vit at avdúka nakað stórt, sum helst kemur at kollvelta tað Føroyska samfelagið. So nú er bara at bíða spent, skriva Vilmenn víðari.
Tað er Terji Rasmussen, ið er framleiðslustjóri á Villmannatjóðini, og hetta skuldi boða frá góðum. Terji hevur eitt heilt serligt oyra fyri vágasoundinum. Hetta kundi m.a. upplivast á fløguni Jakkin, ið Terji framleiddi við Tinganest oddamanninum Jóan Jakku Guttesen fyri nøkrum árum síðan, eisini var Terji maðurin, ið tók upp og ljóðblandaði Eitt veittiii við Orkestrinum her vestriii.
Umframt vanligu villmennirnar, hevur bólkurin fingið hjálp á fløguni frá Føroyameistaranum á trummum, Rógva á Rógvu og altso eisini frá Rasmusi Rasmussen á hesum eina lagnum.










