Villmenn í Sørvágs Bio

Nú leygardagin spæla Villmenn til dans í Sørvágs Bio.

Hetta er fyrstu ferð í ár, at Villmenn spæla í Vágum. Róðrarfelagið í Sørvági skipar fyri dansinum. Villmenn siga seg vera komnar í form aftur eftir sjúkrafráveruna hjá Djóna, og fult gas verður nú sett á aftur.