Føroysku kontripunkararnir og Prix Føroyar veteranarnir Villmenn eru altíð ein stórsligin tónleikauppliving. Bólkurin hevur givið eina fløgu út, Feikleikans Ringrás út , ið má metast sum eitt slag av føroyskum kult klassikara og nú er onnur fløga á veg. Sambært bólkinum kemur fløgan út í oktober
Villmenn eru eingir ársungar innan rútmiskan tónleik, teir eru serliga kendir fyri sínar undirgrundslandaplágir sum Feikleikans Ringrás og Løggan kemur.
Villmenn er ein samanrenning av Holgar og Villmonnum, ið eisini hava givið eina fløgu út og prix finalistunum frá 1997 Arrestment. Tvær av størstu rokkhetjunum nakrantíð úr Vágum, Finnur Joen Jacobsen og Holgar Jacobsen, eru frontmenn.
Finnur Joen Jacobsen lovar, at fløgan verður, sum eingin hevði væntað.
- Stílurin er ein annar og góðskan er <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="500 km"$?$end$!$500 km</st1:metricconverter$?$end$!$ omanfyri ta síðstu, sigur Finnur.<BR>Tað er <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Terji Rasmussen"$?$end$!$Terji Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$, ið er framleiðslustjóri, og hetta skuldi boða frá góðum. Terji hevur eitt heilt serligt oyra fyri at gera øðrvísi útgávir av Vágasoundinum. Hetta kundu vit m.a. uppliva á fløguni Jakkin, ið Terji framleiddi við Tinganest oddamanninum Jóan Jakku Guttesen fyri nøkrum árum síðan. Úrslitið av hesum samstarvi var so sannførandi, at tá Orkestrið her vestriii skuldi í upptøkuhølið við sandinum Eitt veittiii, var Terji tað heilt natúrliga valið.<BR>Terji hevur sostatt áður megnað at dagføra Vágasoundið, nú verður spennandi at hoyra hvat úrslitið verður, tá hann fer í holt við serligu kontripunk útgávuna av Vágasoundinum hjá Villmonnum.
Umfram vanligu villmennirnar, hevur bólkurin fingið hjálp á fløguni frá Føroyameistaranum á trummum, Rógva á Rógvu.
Á heimasíðuni hjá Villmonnum villmenn.info finst ein forsmakkur uppá fløguna, kærleikssangurin Cyberspace.