Villmenn fáa nógva umrøðu í Íslandi

Á íslandsferðini hjá Villmonnum, fáa teir góðan møguleika at vísa, hvør dugur er í teimum. Fjølmiðlar hava víst áhuga fyri hesum sermerkta tónleikabólkinum, og teir fara eisini at vera sjónligir í íslendskum fjølmiðlum hetta vikuskiftið.

 

Leygardagin kl. 15 fara Villmenn at framføra beinleiðis á Íslendsku rás 2. Hetta er í eini sending, sum eitur ?Helgarútgáfan með Guðrúnu og Felix?. Teir fara eisini at tosa um teirra tónleik og fløguna ?Villmannatjóðin?.

Møguleiki er at hoyra Villmenn á heimasíðuni hjá rás 2. Tey, sum hava Canal digital kunnu eisini hoyra Íslendsku rás 2 har.

 

Á Íslandsferðini fara Villmenn eisini at tosa við ?Morgunblaðið?.

 

So ikki kann sigast annað enn, at íslendingar eru forvitnir eftir at hoyra um føroyskan tónleik.