Villmannainnrás í Íslandi

Komandi vikuskifti verður føroyskt brak á Fjørukrónni í Hafnarfyrði Íslandi. Villmenn fara at spæla á Fjørukrónni bæði fríggja- og leygarkvøldið. Teir í villmonnum lova, at lívið í Íslandi ikki verður tað sama eftir vitjanina. Umframt at spæla tónleik í Íslandi, ætla villmenn eisini at vitja ymsastaðni í økinum, og seta síni fingramerki.

 

Villmenn eru eitt av virknastu orkestrunum í landinum. So at siga hvørt vikuskifti, er villmannatónleikur at hoyra ymsastaðni í býnum. Fjølbroytni, er eisini eitt sum merkir Villmenn. Teir spæla bæði til dans og konsertir, og harafturat undirhalda teir við unplugged tónleiki. Tað borgar altíð fyri lívi og villskapi, tá ið villmenn standa fyri undirhaldinum. Hesa gleði fáa nú Íslendingar fyri fyrstu ferð.