formel 1
Fyrrverandi heimsmeistarin hevur ikki liva upp til vónirnar, sum Sauber liðið høvdu til hann. Hann er støðugt verri enn ungi liðfelagin Felipe Massa. Talan er ikki um lítlan mun, men hann verur avsmurdur. Hetta vikuskiftið var møguliga síðsti møguleiki hjá kanadiumanninum at vísa, at hann enn er skjótur. Hetta gekk tó ikki betur enn næstbest: Hann var 2,5 sekund aftan fyri liðfelagan í tíðarkoyringini, og gjørdi lítið hóvasták burturúr sær í sjálvari koyringini. At enda rendi hann saman við Rubens Barrichello, og sostatt endaði eitt ræðuligt vikuskifti, og kanska ein formel 1 yrkisleið.