Tað hevur verið áhugavert at sæð sjónvarpssendingarnar um tuberklarnar í Føroyum í røðini Bestubitar. Áhugavert at síggja og hoyra um sjálvt evnið, bróstsjúkuna, og áhugavert er eisini, at Sjónvarp Føroya megnaði at gera eina slíka sending í trimum pørtum fyri skjótt 10 árum síðani. Spell, at vit ikki síggja og hoyra meira um slík avrik í dag.
Tuberklasjúkan var ein álvarsom sjúka, sum hevði nógv syrgiligt og dapurt við sær. Men tað er helst ikki at taka munnin ov fullan og staðfesta, at tað var læknin Vilhelm Magnussen, Ville í Saksun, sum í ótroytiliga arbeiði sínum fekk bilbukt við sjúkuni og at enda basti henni. Sjálvandi við hjálp - betri heilivági og góðum hjálparfólkum.
Í seinasta parti sóu vit, hvussu eldhugaður hann var og hvussu nógv hann legði fyri. Ta einu tíðina ferðaðist hann til allar bygdir í Føroyum fýra ferðir um árið. Og tá vóru vegirnir nærum eingir og rurusambandið vánaligt. Álitið hjá honum vóru tí heita føroyska kotið, knæbuksurnar, og báturin, hann hevði. Áhugavert var at hoyra sjúkrasystrina siga frá hesum ferðunum millum bygdir. Upp um fjøll og um sund og firðir.
Hann gekk upp í arbeiði sítt av fullum huga. Ja, vit kunnu ikki siga, at hetta arbeiðið at fáa tamarhald á tuberklasjúkuni var eitt kall hjá honum. Tað eydnaðist honum og hjálparfólkum hansara so væl, at tá vit komu upp í fimtiárini, vóru tilburðirnir fækkaðir niður í einki. Føroyska tjóðin hevur tí nógv at takka Villa Magnussen og hjálparfólkum hansara fyri.
Eisini aðrir læknar í Føroyum hava av fullum huga gingið upp í arbeiði sítt - og tað gera læknar okkara framvegis, tíbetur. Men umstøðurnar tá vóru mangan vánaligar og ferðasambandið vánaligt. Og neyvan hóttu teir við at rýma av landinum, tí læknalønin í Danmark var 10 ella 15 prosent hægri enn í Føroyum!
Sjónvarpið skal hava takk fyri, at teir vísa okkum aftur nakrar av teimum bestu sendingunum, Sjónvarpið hevur gjørt. Hetta, at taka nakrar einstakar sendingar burtur úr, tykist meiri áhugavert, enn tiltakið hjá útvarpinum fyri einum tveimum vetrum síðani. Tá kundi úrvalið kanska havt verið breiðari úr nógvum at tí góða, sum Útvarpið hevur í bandagoymsluni.
Sendirøðin um tuberklarnar í Føroyum var eitt gott journalistiskt avrik. Tað dramatiseraða var eisini frálíkt, livandi og sigandi. Hon toldi at verða send aftur.