Villblómudagur verður nú sunnudagin

Náttúrugripasavnið skipar sunnudagin fyri villblómudegi, sum verður kring alt landið við serkønum frágreiðingum Aftur í ár skipar Náttúrugripasavnið fyri villblómudegi. Sætta árið á rað verður tiltakið ?Villblómudagur í Norðri? skipað sum eitt felags norðurlendskt tiltak. Hendan dag hava fólk í flestum Norðurlondum møguleika at fara út í náttúruna at hyggja at villum blómum við einum kønum túrleiðara.

Endamálið við degnum er at kunna um staðbundnu føroysku floruna og at skipa fyri uttandura virksemi, ið setur fokus á villblómur og at geva plantuáhugaðum ókeypis náttúruupplivingar.

Stigtakari til ókeypis villblómutúrar fyri almenninginum var danska plantufrøðifelagið, ið fór undir hetta tiltak á fyrsta sinni fyri 20 árum síðan. Svøríki, Noregi og Grønland komu við í 2002, og árið eftir vóru Føroyar, Finnland og Ísland eisini við.

Í Føroyum verður skipað fyri 10 túrum, har kønir túrleiðarar bjóða plantufrøðiligar upplivingar og siga frá nógvum áhugaverdum um villblómur.

Øll kunnu luttaka. Túrurin gevur góðar møguleikar at fáa meira at vita um villan plantuvøkstur í Føroyum, og eingin forkunnleiki til plantur krevst.

Ein túrur út í náttúruna verður meiri áhugaverdur, jú meira ein veit um tað, ið ein sær. Veitst tú, hvussu planturnar eita, eitt sindur um teirra vakstrarøki, útbreiðslu, tíðleika og lívfrøði, jú meira fært tú burtur úr einum túri í náttúruni. Alt hetta fært tú meira at vita um á villblómudegnum.

Allir túrarnir verða í náttúruni, har tær villu planturnar vaksa. So minst til at lata tykkum væl í. Og um tit eiga eina floru, er skilagott at taka hana við.

Tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á fólki, ið kunnu vera túrleiðarar á einum túri í Sandoynni, einum í Vágum, einum í Eysturoynni og einum í Norðuroyggjum, fýra í Streymoynni og einum í Suðuroynni. Sjey av túrunum byrja kl. 10.00 og tríggir byrja kl. 14.00. Túrarnir vara einar 2 tímar, sí skránna niðanfyri.

SKRÀ FYRI VILLBLÓMUDAGIN 2007

1. Trongisvági

Tíð: 10.00-12.00

Leiðari: Niels Jacobsen

Túrurin byrjar: Við skúlan í Trongisvági.

2. Sands bygd

Tíð: 10.00-12.00

Leiðari: Gunnar Bjarnasson

Túrurin byrjar: Við barnaskúlan heima á Sandi.

3. Tórshavn

Tíð: 10.00-12.00

Leiðari: Anna Maria Fosaa

Túrurin byrjar: Við tyrlupallin úti við Strond.

4. Tórshavn

Tíð: 10.00-12.00

Leiðari: Magnus Gaard

Túrurin byrjar: Við møblasølubúðina Eikina við Sandá.

5. Hoyvík

Tíð: 10.00-12.00

Leiðari: Annleyg Patursson

Túrurin byrjar : Við Keypsamtøkuna í Hoyvík.

6. Velbastað

Tíð: 10.00-12.00

Leiðari: Dánjal Jespersen

Túrurin byrjar: Við barnagarðin á Velbastað.

7. Sandavági

Tíð: 14.00-16.00

Leiðari: Sigga Rasmussen

Túrurin byrjar: Úti á Trøð.

8. Vestmanna

Tíð: 14.00-16.00

Leiðari: Maria Wilhelm

Túrurin byrjar: Á Fitjasandi.

9. Toftavatn

Tíð: 14.00-16.00

Leiðari: Dánjal Petur Højgaard

Túrurin byrjar: Við norðara enda á vegnum við Toftavatn.

10. Klaksvík

Tíð: 10.00-12.00

Leiðari: Kári Purkhús

Túrurin byrjar: Norðri á Strond.

Skráin liggur eisini á heimasíðuni hjá Føroya Náttúrugripasavni www.ngs.fo

Fleiri upplýsingar um villblómudagin kunnu fáast við at venda sær til Føroya Náttúrugripasavn á tlf. 352300, Annu Mariu Fosaa.