Villblómudagur í Norðri 2003 sunnudag 15. juni

   

Kom út í náttúruna og hygg at villum plantum sunnudagin hin 15. juni. Føroya Náttúrugripasavn skipar í ár fyri degnum. Túrurin gevur góðar møguleikar at fáa meira at vita um villan plantuvøkstur í Føroyum, og krevur ikki nakrar forkunnleikar til plantur.
Dagurin verður eisini hildin í Noregi, Svøríki, Grønlandi og Danmark har plantufrøðifeløgini skipa fyri. Stigtakari til dagin var tað danska plantufrøðifelagið, ið hevur hildið hendan dagin í 15 ár á rað.
Á 80 støðum í Danmark, 1 í Grønlandi, 210 í Svøríki, 80 í Noregi og 2 í Føroyum fara plantufrøðingar at greiða frá villum plantum, túrurin er fyri øll og er ókeypis.
Beint nú standa nógvar plantur í láglendinum í hægsta blóma, so góður møguleiki skuldi verið fyri at sæð ein hóp av plantum.
Ein túrur út náttúruni verður meiri áhugaverdur, jú meira tú veit um tað, ið tú sær. Veitst tú hvussu planturnar eita, eitt sindur um teirra livistøð, útbreiðslu, títtleika, lívfrøði, hvat tær hava verið nýttar til, og um tær kanska verða nýttar enn, meiri fært tú burtur úr einum túri í náttúrini. Alt hetta fært tú meira at vita um á villblómudegnum.
Tann eini túrurin verður á Tvøroyri og hin verður í Tórshavn. Um onkur heldur vildi farið út í plantufrøðiliga urtagarðin á Debesartrøð hjá Náttúrugripasavninum, verður fólk á staðnum, ið kann greiða frá tí, ið har veksur.
Samlaða skráin fer at liggja á heimasíðuni hjá Føroya Náttúrugripasavni www.ngs.fo
Meira upplýsingar um dagin kunnu fáast við at venda sær til Føroya Náttúrugripasavn á tlf. 352300.