Nú summarið nærkast og vit øll gleða okkum til túrar úti í náttúruni, gevur Føroya Náttúrugripasavn út nýggjan plantulista, ið skuldi verið ein góð hjálp hjá øllum, ið ætla sær at hyggja eftir villum plantum í summar.
Anna Maria Fosaa, plantufrøðingur á plantudeildini á Náttúrugripasavninum, hevur skrivað yvirlitið. Yvirlitið byggir á innsavningar á savninum.
Í yvirlitinum fær lesarin nakað at vita um uppruna, títtleika, hædd og útbreiðslu fyri hvørja einstaka plantu. Aftast í yvirlitinum er eitt Føroyakort, og á hesum kortinum sæst, at landið er býtt í 31 økir. Um ætlanin er at fara ein ávísan túr í summar, kann ein hyggja í yvirlitið og skjótt fáa at vita, hvørjar plantur vaksa í júst tí økinum, har leiðin gongur. Yvirlitið finst eisini á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum www.ngs.fo. Á heimasíðuni er møguleiki fyri at trýsta á eitt ávíst øki og síðan fáa ein lista yvir planturnar í økinum.
Heftið er 11x15 cm til støddar, hevur 25 blaðsíður og finst eisini í eini ensk/ danskari útgávu. Kostnaðurin er kr. 25,-.
Góðan lestrarhug! Koyr yvirlitið í lumman og góðan túr!