Núverandi venjarin hjá Aston Villa, Martin O´Neil, var í nógv ár venjari hjá Celtic, og millum stóru profilarnar á Celtic-liðnum var svenski málslúkurin Henrik Larsson.
Nú vónar Martin O´Neil, at hann kann sannføra fyrrverandi Barcelona leikaran um at skifta til Aston Villa í januar mánað.
- Fyri nøkrum mánaðum síðan vendi hann Champions League finaluni, so eg dugi ikki at síggja, at hann hevur mist evnini og eldhugan upp á 3-4 mánaðir, sigur Martin O´Neil.
Henrik Larsson skifti úr Barcelona til Helsingborg í summar.