Langt aftast í Premier League er Aston Villa, sum seinastu árini hevur rokast í tyngra endanum í bestu, ensku fótbóltsdeildini. Í ár hevur tó gingið óvanliga illa í hond hjá Aston Villa, sum bert hevur 16 stig eftir 26 dystir. Átta stig eru upp til Norwich, sum er røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Eftir seinastu útsøgnina frá franska venjaranum hjá Aston Villa, Remi Garde, so er eiheldur nógv, ið bendir á, at Aston Villa megnar at lívbjarga sær í hesum kappingarárinum.
- Tað eru ikki allir av mínum leikarum, sum geva sítt eitt og alt til hvørja einastu venjing. Eg hevði valt aðrar leikarar til dystir, um eg kundi, men tann møguleikan havi eg ikki, sigur Remi Garde sambært BBC.
Næsti møguleiki hjá Aston Villa at nærkast yvirlivingini verður í morgin klokkan 15, tá ið Birmingham-felagið vitjar hjá Stoke.











