David Villa skoraði móti gamla felagnum hjá sær, tá Atletico Madrid og FC Barcelona í kvøld spældu javnleik 1-1 í fyrra stórsteypadystinum í Spania. Neymar skoraði fyri Barcelona.
Í summar skifti David Villa frá Barcelona til Atletico Madrid, meðan maðurin, sum skal avloysa David Villa í katalanska stórfelagnum, bleiv keyptur fyri eina hálv milliard krónur. Nevniliga brasilska stjørnan Neymar.
Tað gingu ikki nógvir minuttir til David Villa vísti hvør dugur er í honum. Hann legði sjálvur bóltin út á vinstra vong og drønaði so inn í brotsteigin. Tá bólturin kom innfyri meddaði hann hegnisliga til fyrstu ferð. Victor Valdes í málinum hjá Barcelona fekk hondina á, men kláraði ikki steðga bóltinum í at fara í mál.
Atletico Madrid mundi hótta málið hjá FC Barcelona nakað meir enn umvent. FC Barcelona fekk sjáldan eyðkenda skjóta og tekniska spælið at rigga. Serliga Lionel Messi sá ill upplagdur út. Hann bleiv eisini útskiftur longu í hálvleikinum.
Nakað inn í seinna hálvleik kom Neymar inn. Tað skuldi vísa eg at verða ein skilagóð avgerð, tí stutt seinni stútaði hann eitt innlegg frá Dani Alves í mál til 1-1. Seinastu løtuna trýsti gestirnir úr Barcelona, men uttan at blíva vandamiklir.
Returdysturin verður á Camp Nou í Barcelona 28. august.
Super Cup Spania:
Atletico Madrid – FC Barcelona 1-1
1-0 David Villa, 12
1-1 Neymar, 66
Atletico Madrid: (4-4-2)
Thibaut Courtois – Diego Godín, Luis Filipe, Juanfran, Miranda – Mario Suarez, Koke(Oliver, 73.min), Arda Turan(Leo, 76.min), Gabi –Diego Costa(Christian Rodriguez, 79.min) David Villa.
FC Barcelona: (4-3-3)
Victor Valdez – Dani Alves, Gerard Pigue, Javier Mascherano, Jordi Alba – Sergio Busquets, Xavi(Alex Song, 89.min), Andrés Iniesta – Pedro(Neymar, 59.min), Alexis Sanchez, Lionel Messi(Cesc Fabregas, 45.min)










