Viljormur vann á Holst

Viljormur Davidsen vann á Silkeborg og Christiani L. Holst

Tað var føroyingamøti, tá Vejle og Silkeborg møttust í donsku 1.deild í kvøld. Vejle vann heili 3-0. Føroyski vinstri bakkurin, Viljormur Davidsen, spældi allan dystin fyri Vejle.

 

Hin føroyski landsliðsspælarin, sum kom á vøllin var Christian Lamhauge Holst. Hann kom inn í hálvleikinum. Tá var støðan longu 2-0 til vertirnar úr Vejle. Nikolaj Agger skoraði tað fyrsta, meðan Kristian Gaarde økti til 2-0.

 

Í seinna hálvleiki sló Christian Sivebæk sigurin fastan, tá hann skoraði til 3-0 fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Vejle liggur nummar seks við 14 stigum, meðan Silkeborg hevur 16 stig á fjórða plássi.

 

Ári Mohr Jónsson, sum eins og Christian L. Holst spælir við Silkeborg, er ikki komin seg eftir skaða. Hann heldur ikki úttikin til hvørki U21 ella A-landsliðið.