Viljormur Davidsen skiftir til FC Fredericia fyri restina av hesum kappingarárinum. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í dag.
FC Fredericia hevur leitað eftir einum manni, sum kann spæla á vinstru síðu, har hópurin er nakað tunnur. FC Fredericia spælir í løtuni við trimum í miðverjuni og vongbakkum, sum vit kenna frá millum annað Landskrona tíðini.
- Vit mangla fólk, sum kunnu spæla á vinstra vongbakki, men nú hava vit fingið ein vinstrabeintan bakk, sum eisini kann spæla vongverji. Hann er av føroyska skúlanum, har tú ert vanur við at bretta upp ermar og hart arbeiði er ein sjálvfylgja, sigur Thomas Thomasberg, venjari hjá FC Fredericia við heimasíðuna hjá felagnum.
FC Fredericia hevði eitt tíðarkeið í fjør Jóan Símun Edmundsson í hópinum.
- Nú er tað upp til Viljorm at prógva hvussu nógva spælitíð hann skal hava, sigur Thomas Thomasberg víðari.
Føroyski landsliðsspælarin hevur fyrr spælt við FC Fyn í Danmark.