Viljormur skoraði fyri Vejle

(Sjónbandabrot) Viljormur Davidsen skoraði í kvøld sítt fyrsta mál fyri danska 1.deildarfelagið, Velje, tá teir spældu 1-1 móti FC Fredericia.

 

Hetta var fyrstu ferð, at Viljormur Davidsen byrjar inni fyri Vejle. Hann legði í fyrra hálvleiki Vejle á odda, tá hann stútaði eitt hornaspark í mál. Sum heild spældi Viljormur eisini væl sambært frásøgumanninum.

 

Í seinna hálvleiki javnaði FC Fredericia við frísparki. Viljormur Davidsen tykist eisini hava vunnið sær plássið á vinstra bakkinum á landsliðnum. Hann hevur spælt tveir teir seinastu dystirnar.

 

Vejle hevur eftir fimm dystir fingið átta stig í Nordicbet deildini í Danmark, sum er tann næstbesta. Teir liggja á fjórða plássi.

 http://onside.dk/nordicbet-ligaen/tv-fredericia-vejle-1-1-se-hoejdepunkterne

 

Málið og samandráttur frá dystinum kann síggjast umvegis onside.dk við at trýsta HER.