20 ára gamli heiðamaðurin, Viljormur Davidsen, gekk undan og legði lið sítt, FC Fyn á odda, tá tað í gjárkvøldið var á vitjan hjá Skovbakken í norðara parti av Århus og vann 2-0.
Hóast FC Fyn legði stórt trýst á í fyrra hálvleiki, kom einki mál, men miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist Viljormi, sum var farin framvið av bakkinum, at fáa hol á við einum sera góðum skallara. Góðar 10 minuttir seinni skoraði Kenneth Larsen til 2-0, og so var tann dysturin avgjørdur.
FC Fyn hevur beina kós uppaftur í næstbestu deildina, tí nú fimm dystir eru eftir, hevur FC Fyn 66 stig og er níggju stig framman fyri nummar tvey og 19 stig framman fyri nummar trý.










