Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti Viljormur Davidsen og liðfelagar hansara í Vejle skulu hava nýggjan venjara. Danska landskappingin er fimm umfør gomul, og Vejle er aftast við einum stigi. Í gjárkvøldið tapti Vejle 1-0 á heimavølli ímóti AaB, og nú frættist, at venjarin hevur fingið sekkin.
Tað varð hildið, at Vejle hevði skotið pappageykin, tá ið felagið í summar setti Carit Falch í starv. Hann var frammanundan venjari í Lyngby Boldklub, sum í summar flutti niður í næstbestu deildina, og sum nú hevur Petur Knudsen á liðnum. Carit Falch varð settur í starvið í Lyngby á heysti í 2020, og tá fór tað at ganga væl betur, men tað eydnaðist ikki at sleppa undan niðurflyting. So keypti Vejle venjaran leysan úr sáttmálanum í Lyngby.
Nevndin í Vejle sigur, at hóast kappingarárið er ungt, og venjarin bara hevur verið 72 dagar í felagnum, er tað tað longu nú greitt, at hesin venjarin og felagið ikki hóska saman.
Vejle hevur í summar selt fleiri lyklaspælarar. Eftir tapið í gjárkvøldið segði venjarin, at hann visti, at leiðslan í felagnum arbeiddi við at keypa nýggjar spælarar.
Nú fyrrverandi venjarin hevur víst føroyska landsliðsspælaranum Viljormi Davidsen stórt álit. Í gjárkvøldið var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Enn er ikki greitt, hvør nýggi venjarin hjá Viljormi Davidsen og hinum í Vejle verður. Hjálparvenjararnir fara at hava ábyrgdina, tá ið Vejle mánakvøldið fer at spæla á útivølli ímóti FC Nordsjælland.
Viljormur Davidsen verður skjótt aftur at síggja í Føroyum. Tað verður hann mikudagin fyrsta september, tá ið landsliðið í HM undankappingini fer at spæla heimadyst ímóti Ísrael.