Viljormur og Vejle vunnu á oddaliði

Vejle er fýra stig frá uppflytingarplássi nú trý umfør mangla í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Viljormur í Heiðinum Davidsen og liðfelagarnir í Vejle vunnu góðan sigur á AC Horsens á útivølli í gjárkvøldið. AC Horsens liggur á øðrum plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og hartil var talan um grannauppgerð, so sigurin var teimum í Vejle sera søtur.

 

Viljormur Davidsen fekk møguleikan frá byrjan, og tað eydnaðist so honum og verjuni hjá Vejle at halda nullið. 

 

Men tað sær ikki alt ov ljóst út við uppflytingarmøguleikum hjá Vejle. Bert trý umfør eru eftir at leika í næstbestu fótbóltsdeildini, og Vejle liggur, sum nummar fýra við 50 stigum. Fýra stig eru upp til Silkeborg IF, sum vann 3-1 á HB Køge á heimavølli í dag. Trý tey ovastu liðini flyta upp í superliguna, og tí skal nógv koppa vegin hjá Vejle tríggjar teir seinastu dystirnar, um talan skal verða um uppflyting á hesum sinni.

 

Vejle spælir dyst aftur 16. mai, tá møta teir Næstved á útivølli.