Í kvøld var liðið hjá Viljormi Davidsen, Helsingborg fyri sjeynda tapinum á rað í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Helsingborg sum liggur 11 stig undir niðurflytingarstrikuni tapti í kvøld greitt 0-3 fyri Elfsborg á útivølli.
Elfsborg var á odda 1-0 í steðginum.
Viljormur, ið hevur liðskipari hjá Helsingborg tað mesta av kappingarárinum slapp í kvøld ikki á vøllin fyrrenn 76 minuttir vóru farnir av dystinum.
Helsingborg, ið flytur niður í næstbestu deildina spælir sunnudagin seinasta dystin í bestu deildini á hesum sinni á heimavølli, tá Hammarby kemur á vitjan á Olympia-leikvøllinum í Helsingborg.