Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Helsingborg, ið var fyri enn einum tapi í bestu svensku fótbóltsdeildini í kvøld.
Helsingborg tapti í kvøld 0-2 fyri Djurgården á heimavølli. Í steðginum var Djurgården á odda 1-0.
Djurgården hevði bóltin 71 prosent av tíðini, og útiliðið hevði væl fleiri málmøguleikar.
Helsingborg er aftast við bert seks stigum fyri 14 dystir. Tó eru bert fýra stig upp til triðaftasta plássið, ið gevur tveir playoff-dystir um upp- og niðurflyting við lokið kappingarár.
Komandi mánakvøld spælir Helsingborg á útivølli móti Varberg.









