##med3##
29 ára gamli Viljormur Davidsen nærkast metinum, sum tann útlendingurin, ið hevur spælt flest dystir fyri danska felagið Vejle BK, har hann hevur spælt síðani 2013. Mánadagin lat flytingarvindeygað í Evropa aftur, og tað var um reppið at Viljormur Davidsen bleiv seldur.
- Tað byrjaði longu tveir vikur frammanundan, tá Esbjerg bjóðaði upp á meg, men tá vildi Vejle ikki ordiliga av við meg. Móti endanum kom Silkeborg eisini og vildi hava meg, so tað bleiv hektiskt, sigur Viljormur Davidsen, ið hevði 79 uppringingar mánadagin.
- Eg hevði 79 uppringingar á telefonini tann dagin, so eg var ein upptikin maður. Eg mátti hoppa frá einum fundi, tí telefonin bleiv við at ringja og tað var ein stór avgerð at taka, men brádliga komu boð upp á hin vinstra bakkin hjá okkum, fortelur Viljormur Davidsen um hendingaríka dagin.
Handan leiktjølini er ein kabal, sum skal ganga upp millum fleiri feløg, ið ynskja at skifta vinstra bakk. Skiftur tann eini, so skifta allir hinir eisini, men tað bleiv av ongum hesaferð.
##med2##
Tað er ein blandað kensla, sum tú stendur eftir við. Sum týpa er eg ein, sum ongantíð gevur upp. Tað havi eg prógvað øll árini í Vejle. Teir hava keypt nógvar spælarar, men til síðst er tað eg, sum havi spælt. Eg mangli fýra dystir í at blíva tann útlendingurin, sum hevur spælt flestar dystir fyri Vejle í søguni. Tað ætli meg mær sjálvandi at náa. Nú verið eg her og kempi, sigur Viljormur Davidsen.
Hann og restin av landsliðnum skal spæla móti Lettlandi í Nations League í morgin klokkan 17. FM1 hevur upptakt í dag í Fótbóltspanelinum, og byrja at senda klokkan 16 í morgin. Tað ber eisini til at fylgja dystinum á In.fo.
##ms##