Viljormur liðskipari í stórsigri hjá Vejle

Vejle vann stórsigur á Roskilde FC í tí útsetta dystinum, sum var leiktur í kvøld

Viljormur í Heiðunum Davidsen var liðskipari, tá lið hansara, Vejle á heimavølli á leikvøllinum í Nørreskoven vann stórsigur 4-1 á Roskilde FC, sum liggur triðovast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Sigurin merkir, at Vejle nú hevur luft niður til niðurflytingarstrikuna, og hava teir í Vejle nú átta stig niður til Næstved, sum liggur næstaftast á stigatalvuni við 23 stigum.

 

Øll málini komu í seinna hálvleiki. Í 56. minutti legði Jacob Schoop Vejle á odda, og eitt stórt korter seinni høvdu Agon Mucilli og Gael Ondoua økt til 3-0 áðrenn Roskilde FC svaraði aftur. Heilt ímóti dystarenda staðfesti Artem Favorov sigurin fyri Vejle. Sambært Vejle Folkeblad var talan um besta avrikið hjá Vejle í hesum árinum.

 

Talan var um ein útsettan dyst, og hava øll liðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini nú leikt 24 dystir hvør. Samanlagt skulu 33 umfør avgreiðast í deildini. Komandi sunnudag tekur Vejle ímóti HB Køge á leikvøllinum í Nørreskoven í Vejle.

 

Støðan: 

 

1 Hobro24135644 - 2544
2 Skive24132932 - 3741
3 FC Roskilde24116735 - 3339
4 Vendsyssel FF24115837 - 3338
5 FC Helsingør24910533 - 2537
6 HB Køge24713422 - 1634
7 Fremad Amager2489733 - 2933
8 Vejle 2487936 - 3131
9 Nykøbing FC24941131 - 3531
10 Fredericia24771022 - 3228
11 Næstved24651334 - 4123
12 AB Gladsaxe24431725 - 4715