Viljormur: Keðilig mál punkteraðu dystin

(Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Viljorm Davidsen aftaná 1-5 tapið ímóti Portugal

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Viljorm Davidsen aftaná Viljormur og liðfelagarnir høvdu tapt 1-5 ímóti Portugal á útivølli ígjár.

 

Viljormur Davidsen heldur, at føroyska liðið vardi væl stórar partar av dystinum, og liðið hevur nú nakrar dagar aftrat at venja nýggja systemið við trimum miðverjum.

 

Viljormur Davidsen harmast, at eitt brotsspark og ein manglandi upprudding aftaná eitt hornaspark punkteraðu dystin fyri føroyska liðið.

 

Viljormur Davidsen slær tó fast, at hann er klárur at stríðast fyri einum góðum úrsliti ímóti Andorra sunnudagin klokkan 17.