Viljormur í sjónvarpinum í kvøld

Dysturin ímillum Viborg og Vejle verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum í kvøld.

Vejle við Viljormi Davidsen á liðnum skal í kvøld spæla truplan útidyst í næstbestu donsku deildini, tá ið teir skulu á vitjan hjá Viborg FF. Viborg FF hevur vunnið tríggjar dystir á rað og er oddalið í NordicBet Ligaen.


Vejle, sum herfyri varð bjargað frá húsagangi í evstu løtu, er í løtuni á 9. plássi. Teir hava tó prógvað, at teir kunnu arga tey fremru liðini, tí herfyri vunnu teir óvæntaðan 1-0-sigur ímóti AGF í Århus.


Dysturin byrjar kl.18.00 og verður vístur beinleiðis á TV3 Sport 1.