Viljormur hoyrir heima í Vejle

Landsliðið: Hóast tilboðini hava verið nógv, so er Viljormur Davidsen enn í Vejle og hevur tikið met

##med2##

Millum føroysku A-landsliðsspælararnar, sum vandi á Tórsvølli í dag undan dystunum móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi, var Viljormur Davidsen. Hann hevur verið á veg úr Vejle, men sigur tú Vejle, so sigur tú eisini Viljormur.

– Eg havi havt tilboð um at fara, men Vejle hava alíkavæl verið trekir at lata meg sleppa. Eg havi kempað meg aftur á liðið, sigur Viljormur Davidsen, ið er tann útlendingurin við flestum dystum fyri Vejle BK í søguni.

Føroyski vinstri bakkurin hevur eisini vunnið kappingina við svenska landsliðsbakkin, Pierre Bengtsson. Nú skal hann royna at vinna kappingina við spælarar sum David Alaba úr Bayern Munchen, Andrew Robertson úr Liverpool og Kieran Tierney úr Arsenal. Tann fyrstnevndi spælir við Eysturríki, meðan hinir báðir spæla við Skotlandi. Felags fyri allar er, at teir hava spælt á vinstra bakki.

– Tað eru góðir spælarar. Eg fekk troyggjuna hjá David Alaba seinast við spældu móti Eysturríki, og hana havi eg enn, sigur Viljormur Davidsen, sum letur væl at fyrireikingunum og hevur góðar vónir um at fáa nakar góðar landsdystir.

– Eg havi spælt nógv í seinastuni og eg føli meg væl fyri, sigur vinstri bakkurin.

Føroyar spæla hóskvøldið klokkan 19.45 móti Moldova. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum.

##ms##

FM1: Samrøða við Viljorm Davidsen