Viljormur hevur rundan dag

Vinstrabeinti Vejlespælarin er í dag á landsliðnum fyri 40. ferð

Viljormur Davidsen er í dag á landsliðnum fyri 40. ferð sambært faroesoccer.com.

Fyrstu ferð Viljormur var á landsliðnum var 21. februar 2013, tá ið vinardystur ímóti Thailandi endaði við 2-0 tapi.

29 ára gamli Viljormur Davidsen er uppvaksin í NSÍ. Tá ið hann fyrstu ferð var á landsliðnum, umboðaði hann norska FK Jerv. Síðani hevur hann umboðað FC Fredericia, og síðani í august 2013 hevur hann spælt við Vejle Boldklub, sum í summar flutti upp í bestu deildina aftur, eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini.

Viljormur er ein av teimum, sum hevur verið á øllum ungdómslandsliðunum. Í 2006 og 2007 var hann 14 ferðir á U-17 landsliðnum, so var hann fimm ferðir á U-19 landsliðnum í 2008 og 2009, og frá 2009 og fram til 2012 var hann átta ferðir á U-21 landsliðnum.

Á A-landsliðnum hevur Viljormur Davidsen skorað eitt mál. Tað var á útivølli ímóti Rumenia í EM undankappingardystinum 26. mars í fjør, tá ið Rumenia vann 4-1, og Viljormur Davidsen umsetti brotsspark til mál og minkaði um munin til 3-1.