Viljormur hevur góðar vónir

FSF Varpið: Vinstri bakkurin er til reiðar til landsdystin móti Lettlandi

Leygardagin klokkan 17:00 spælir føroyska A-landsliðið seinasta heimadystin í undankappingini til HM 2018, sum komandi summar verður í Russlandi. Mótstøðuliðið hesaferð er Lettland, sum Føroyar fyri einum ári síðani vunnu 2-0 ímóti.

 

Síggja samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

Fyrireikingarnar hjá landsliðnum hava gingið væl, og sum heild eru allir spælararnir væl fyri til uppgávuna ímóti lettum. Seinnapartin mikudagin vandi landsliðið á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, og aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Viljormur í Heiðunum Davidsen.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

- Vit hava góðar vónir. Tað gekk væl seinast, men vit vita eisini, at hetta verður ein strævin dystur. Vit skulu spæla upp til okkara besta, men gera vit tað, so fáa vit eitt gott úrslit, sigur vinstri bakkurin á føroyska landsliðnum.

 

Rás2 sigur bæði landsdystinum móti Lettlandi leygardagin, og móti Ungarn hósdagin.