Í farnu viku varð skrivað á in.fo, at Vejle, har føroyski landsliðsleikarin Viljormur Davidsen spælir, manglaði bæði leikarar og venjara til komandi kappingarárið.
Les eisini: Viljormi tørvar liðfelagar
Nú er í øllum førum komið svar upp á venjaraspurningin. Nýggi venjarin hjá Vejle eitur Andreas Alm, og hann er svii.
Andreas Alm var venjari hjá svenska AIK Stockholm fram til mai í ár, tá ið hann eftir fimm ár í venjarasessinum í Allsvenskan-felagnum varð koyrdur.
Andreas Alm er 43 ára gamal, og sáttmáli hansara við Vejle er tvey ár til longdar.