Viljormur fingið spælitíð í øllum venjingardystunum higartil

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle eru higartil ósigraðir í trimum teimum fyrstu dystunum í hesum árinum

Føroyski landsliðsspælarin, Viljormur í Heiðunum Davidsen og liðfelagarnir í superligafelagnum, Vejle hava longu spælt tríggjar venjingardystir í hesum árinum, og higartil eru teir í Vejle ósigraðir. 

17. januar vann Vejle 3-1 á Aarhus Fremad. 24. januar vann Vejle 1-0 á Silkeborg, og 26. januar leikti Vejle javnleik 0-0 móti Esbjerg.

Viljormur spældi seinna hálvleik móti Aarhus Fremad, spældi meir enn ein tíma og byrjaði inni móti Silkeborg, og fekk eitt stórt korter á vøllinum móti Esbjerg, so vónirnar fyri, at Viljormur kann fáa fitt av spælitíð hetta kappingarárið eru ikki sørar.

Viljormur í Heiðunum Davidsen hevur higartil spælt 179 kappingardystir fyri Vejle. Viljormur manglar sostatt bara tveir dystir fyri at javna metið hjá Julian Barnett, og tríggjar dystir fyri at eiga metið einsamallur sum tann útlendingurin, ið hevur spælt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle.

Viljormur dylur ikki, at hetta metið átti sín lut í, at hann valdi ikki at fara til Silkeborg ella til Esbjerg, og valdi at taka dystin upp og stríðast fyri at sleppa á liðið aftur.

Millum 1983 og 1987 spældi enski áleyparin, Julian Barnett við Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini. 

Hann gjørdist sera væl umtóktur í Vejle hesi árini. Við 56 málum í 181 dystum átti hann sín stóra leiklut í, at Vejle gjørdist danmarksmeistari í 1985. Millum liðfelagarnar í tíðini í Vejle var Allan Simonsen, ið seinni gjørdist føroyskur landsliðsvenjari.

Til hendan dag hevur Julian Barnett átt metið sum útlendingurin, ið hevur leikt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle.

Tað metið stendur nú fyri falli. Vónandi fellur tað skjótt.